Fiskur í fat


TILFAR

 

1 kg av fiski
3 gularøtur
2-3 purrur
1 pk rómi
1 ts salt
1 ts pipar
1 ts timian
1 ts karry
1 ts hvítleykspulvur
1 terning fiskeboullion

     

    MANNAGONGD

    Fyrst leggur tú fiskin í fatið og kryddar við salti og pipari. Síðani setur tú fiskin í ovnin í hálvan tíma við 180 gradir.

    Síðani svitsar tú gularrøtur og purru í olju á pannuni. Hareftir kryddar tú við karry, hvítleykspulvuri, timian, salt, pipar og fiskeboullion. Tá hetta er svitsað, tilsetur tú róman og letur smákóka í 3 min.

    Tá fiskurin hevur staðið í ovninum hálvan tíma, verða grønsakirnar stroyddar omanyvir fiskin og skal fatið innaftur í ovnin í umleið 15. min.