Sunnari og lekrari toskaflak

Tilfar

4-6 toskaflak (ella líknandi hvítan fisk)
Salt og pipar
50 gr av smøri
50 gr av corn flakes
50 gr av rasp
4 sps olivinolja
2 sps persilla
2 sps (uml) blandaðar urtir (koriander, basilikum, timian og oregano, til dømis)
4 bátar hvítleyk

Mannagongd

Hita ovnin til 210 stig.
Smyr eitt eldfast fat lættliga við olivinolju.
Smelta smørið (til dømis í mikroovninum) í einum bolla.
Blenda smørið, corn flakesið, raspið, olivinoljuna, persilluna, hinar urtirnar og hvítleykin í hvirluni.
Legg fiskin í fatið. Um hann hevur skræðu, vend henni niðureftir.
Stroy salt og pipar oman yvir flakini og legg corn flakes-blandingina javnt omanyvir við eini skeið. Trýst niður við skeiðini, so blandingin liggur fast.
Baka mitt í ovninum í 20 minuttir ella inntil blandingin er gylt brún og fiskurin er gjøgnumsteiktur.