Um okkum

Felagið bleiv stovna í 2007, og er vaksi støðugt við árinum. Tey seinastu árini er virksemi vaksi so mikið nógv, at fyritøkan hevur flutt seg frá at vera ein lítil familju fyritøka, til eitt framkomið virkið við nógvum starvsfólkum.

Í dag kenna flestu føroyingar handilsvørurnar frá Sjógæti. Av tí at vit hava vørur í handlum nærum allastaðni í Føroyum.

Á heysti 2018 fekk fyritøkan størstu avbjóðingina higartil. Tá fekk felagið játtað menningarkvotur frá Fiskimálaráðnum, og fekk tilluta bæði sild og makrel.

Nýggja virkið virkar bæði sum landingarmiðstøð og víðari virkan av ymiskum føroyskum tilfeingið.

Í 2017 byrjaðu vit at koyra runt við Fisk og Kips bilinum, ið hevur verið væl mótikin av føroyingum. Og í 2020 fingu vit enn ein Fisk og Kips bil.
Fast ruta er sett og hon kann síggjast inniá síðuni hja Fisk og Kips.

Í 2019 opnaði Sjógæti Sølubúð, hon er at finna á Norðskálavegi 41.

Sjógæti hevur tvey virkir, eitt á Norðskála og eitt á Eiði.
Í alt eru ca. 45 arbeiðsfólk.